Aðalfundur 9. mars
Nú hevur tú møguleikan at menna føroyingafelagið í Aalborg og økja um trivnaðin millum útisetar í Norðurjútlandi.
Í morgin, leygardagin 9. mars kl. 11.00 bjóðar Føroyingafelagið í Aalborg inn til lekkran brunsj og aðalfund í hølunum á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg. Nýggj nevnd skal setast, og tú hevur høvi at stilla upp til nevndina felagnum. Øll, ið stilla upp, fáa sess antin sum nevndarlimur, tiltakslimur ella sjálvboðin í Álaborg.
Skráin fyri dagin
- Sitandi nevnd bjóðar til lekkran brunsj
- Formansrøða – formaðurin tekur samanum árið 2018.
- Framløga av roknskapinum 2018
- Val av nýggjari nevnd og tiltakslimum
Nevndararbeiðið í Føroyingafelagnum í Aalborg
Føroyingafelagið í Aalborg hevur eina sjeymansnevnd, ið skal mannast komandi nevndarár. Í 2018 hevði Álaborg metár við 285 limum og fekk samstundis játtan á 100.000 kr. á fíggjarlógini. Føroyingafelagið er í støðugari menning og vit hava eina spennandi tíð fyri framman sum størsta føroyingafelag í kongaríkinum.
Sum nevndarlimur í føroyingafelagnum í Aalborg verður tú so statt ein partur av einum mennandi felagsskapi, sum arbeiðir fyri at økja um trivnaðin og styrkja samanhaldið millum føroyingar í Norðurjútlandi. Samstundis ert tú við til at halda føroyska málið, mentanina og samleikan við líka saman við limum felagsins úr aldrinum 0-85 ár. Tað er stuttligt at vera ein partur av nevndini í Føroyingafelagnum, og sum nevndarlimur fært tú spennandi avbjóðingar, eitt størri netverk, dygdargóðar royndir innan leiðslu, samskifti, kunningarmiðlan, marknaðarførslu, fyriskipan av tiltøkum og mangt mangt annað, ið kann skrivast á CV’ið.
Um hetta er nakað fyri teg; kom í Álastovu í morgin kl. 11.00!
– Tak endiliga familjuna og vinfólkini við tær, kanska tey eisini verða áhugaði í nevndararbeiði ella øðrum sjálvbodnum arbeiði.
Nevndin