Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Gleðisboð! Føroyingafelagið í Aalborg er komið á fíggjarlógina

Gleðisboð! Føroyingafelagið í Aalborg er komið á fíggjarlógina

Í nógv ár hevur føroyingafelagið í Aalborg strítt fyri at fáa endarnar at hanga saman. Men nú er hjálp ávegis, og felagið hevur nú fingið eitt tryggari fíggjarligt grundarlag. Tá fíggjarlógin fyri 2019 varð endaliga samtykt, játtaði Løgtingið Føroyingafelagnum í Aalborg fíggjarligan stuðul áljóðandi 100.000 kr. So statt er eitt drúgvið arbeiðið lokið.

Nevndin í Føroyingafelagnum hevur síðani apríl 2017 arbeitt við at fáa felagið á fíggjarlógina eins og Føroyahúsið í Keypmannahavn og føroyingafelagið í Aarhus eru.

Í september 2018 varð arbeiðisbólkur settur á stovn, sum hevur arbeitt miðvíst fyri at fáa stuðul útvegaðan til Álaborg. Í arbeiðisbólkinum eru Bryndis í Dali, forkvinna í Álaborg, Brynhild Dam,  Magnus Pauli West, Martin Didriksen, Meinar Ortind og Ingi Midjord.

Tað kann staðfestast, at arbeiðsbólkurin hevur røkt sína uppgávu til fulnar, og hetta vil nevndin í felagnum takka stórliga fyri, eisini ein serlig tøkk til Bjarna Kárason Petersen og øllum í Løgtingsins Fíggjarnevnd.

Hetta verður ein kærkomin stuðul, sum skal tryggja framhaldandi menning av felagnum. Felagið hevur tørv á hóskandi umstøðum at virka í, og nevndin hevur tí ætlan um at finna høvilig hølir til virksemið í føroyingafelagnum. Afturat vónar nevndin, at felagið í framtíðini kann mennast til eitt stórt mentanarfelag, sum stimbrar tann føroyska samleikan hjá útisetum í Norðurjútlandi.

Nevndin vil við hesum gleðisboðum ynskja øllum limum sínum eini gleðilig jól, og eitt vælsignað nýggjár. Vit gleða okkum, at støkka inn í nýggja árið við sterkari drívmegi!

Nevndin

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1