Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Samstarvsavtala við GoBoat Aalborg

Samstarvsavtala við GoBoat Aalborg

Sum nakað nýtt hevur Álaborg gjørt samstarv við GoBoat í Aalborg. Hetta merkir, at til og við viku 42 í 2018 fáa limir okkara 20% í avsláttri, tá ið teir bóka ein GoBoat á heimasíðuni http://goboataalborg.dk.

Um GoBoat í Aalborg

GoBoat í Aalborg var stovnað í 2017. Við einum GoBoat fært tú møguleikan at njóta Aalborg og Limfjørðin á ein øðrvísi hátt, har ið tú sjálv/sjálvur ert skipari. GoBoat eru ikki skjóttgangandi bátar, so tað ber til at fara túrar í (næstan) øllum veðri. Afturat vakra útsýninum kunnu bæði smá sum vaksin hugna sær á fjørðinum við onkrum leskiligum úr kioskini hjá GoBoat, bjóða vinfólkunum ein damlitúr áðrenn veitsluna ella læna tráðu og royna eftir sild og hornfiski undir “Limfjordsbroen”.

Afturat hesum er vert at nevna, at GoBoat ger alt fyri at virða náttúruna. Bátarnir eru gjørdir úr endurnýtslutilfari av vindmyllum, og battaríið verður løtt av sólorku. Ynski teirra er eisini at uppala og læra børn at ikki tveita burturkast á sjógv. Tískil skipar GoBoat av og á fyri tiltaki, har ið børn kunnu læna glúpar og samla rusk upp úr Limfjørðinum og fáa ein íspinn sum takkarløn.

Prísurin er at síggja á www.goboataalborg.dk og er treytaður av, hvussu leingi ein ætlar at sigla. Limir okkara í Álaborg fáa eina avsláttarkotu, sum gevur teimum 20% í avsláttri. Somuleiðis hava leigarar møguleika at leiga tráðu frá GoBoat fyri 50 kr.

At enda kunnu vit leggja afturat, at ætlar mann at náa alla Limfjordsrutuna, so verður viðmælt, at mann bókar í minsta lagi tveir tímar.

GoBoat heldur til á Strandvejen 12C, 9000 Aalborg. Umframt bátar, hava tey kontór, kiosk og gestaves á keiini.

Bátarnir og reglugerðir

  • GoBoat hevur fimm bátar, ið rúma átta fólkum (ella 850 kg).

  • Bátarnir sigla 7 km/t.

  • Bátarnir hava ljóðleysan elmotor.

  • Bátarnir sigla til og við 10 m/s. í vindmegi

  • Tað er krav, at leigarar læna bjargingarvest frá GoBoat – hetta er sjálvsagt ókeypis.

  • Bjargingarvestarnir fáast úr stødd 3 ár, og tískil er aldursmarkið hareftir.

  • Skiparin skal vera fyltur 18 ár.

  • Skiparin skal vera appilsinfríur t.e. undir 0,5 í promillu.

  • Skiparin verður kunnaður um rutuna, ið siglast kann, áðrenn túrin.

  • Leigarar hava eina sjálvsábyrgd á 4000 kr, um skaði skuldi komið á bát, motor o.s.fr.

  • Leigarar skulu sjálvir hava stýr á fiskiloyvi, um teir ynskja at leiga fiskiútgerð frá GoBoat. Hetta kann bíleggjast á www.fisketegn.dk
  • Øll kunning og allar reglugerðir standa á heimasíðuni hjá GoBoat

  • Álaborg sigur frá sær alla ábyrgd, og limir skulu sjálvir kanna, um reglugerðir, prísir o.a. er broytt á heimasíðuni hjá GoBoat Aalborg.

Leinkja til leiðbeingarskjal til GoBoat Aalborg

Soleiðis bókar tú ein GoBoat

Tú kanst fara framvið og vita, um bátarnir eru tøkir, men GoBoat viðmælir, at tú ert í góðari tíð og bókar online. Í báðum førum skalt tú hava limakortið 2018 og samleikaprógv við mynd t.e. pass ella koyrikort.

Online bóking:

Far inn á heimasíðuna http://goboataalborg.dk og tryst á “BOOK” ovast til vinstru.

  1. Vel síðani Aalborg og hvussu nógvar bátar og tímar, tú vilt bóka.

  2. Vel dato og tíð

  3. Skriva upplýsingar tínar

  4. Tilval úr kioskini

Síðani setir tú flugubein í “Accepter vilkår og betingelser” og trýstir “Bekræft booking”.

  1. Skriva inn kortupplýsingar og trýst síðani á “Gavekortkode”. Her skalt tú skriva inn avsláttarkotuna: Færing18, og síðani fært tú ein avsláttur á 20%


GG! Hendan avsláttarkotan er einans fyri limir í Álaborg við limakorti galdandi í 2018. Limaskapurin verður eftirkannaður á keiini, har ið limir skulu vísa fram limakort og samleikaprógv.


Samstarvsavtala við GoBoat Aalborg

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1