Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Samstarvsavtala við Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum

Samstarvsavtala við Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum

Álaborg hevur hervið gjørt samstarvsavtalu við Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum fyri 2018. Avtalan fevnir um, at limir í føroyingafelagnum í Aalborg fáa 20% í avsláttri av atgongugjaldinum við at vísa limakortið á savninum. Hetta er triðja samstarvsavtala, sum gevur limum í Álaborg ágóða við limakortinum.

Um Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum
Á tí søguligu grundini á Skydebanevej 22, 9000 Aalborg finnur tú Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum, sum liggur í tí gamla týska hangarinum frá 2. Heimsbardaga. Tey sum starvast á Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum eru sjálbodnir pensioneraðir veteranar, og tí vita tey nógv at siga um luturnar á savninum, og ganga høgt uppí sítt arbeiði. Harafturat er savnið  sera barnavinarligt og gjørt við tí fyri eyga, at vitjandi sleppa heilt nær uppá savnslutirnar og røra so nógv sum møguligt.

Savnið liggur á 10.000 kvadratmetrar øki og sýnir m.a. flogherin, heimaverjuna, herbúnar, flogfør, bunkaran, akfør og vápn. Uttanfyri hava tey framsýning av tyngri útgerð sum stríðsvognum, kanónum o.s.fr, sum øll sleppa at klintra á og granska.

Álaborg kann heilt sikkurt viðmæla Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum!

Upplatingartíðir:

26/03/2018 – 30/06/2018 Mandag – Søndag 10:00 – 16:00
01/07/2018 – 31/08/2018 Mandag – Søndag 10:00 – 17:00
01/09/2018 – 31/10/2018 Mandag – Søndag 10:00 – 16:00

Tú finnur Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum á Skydebanevej 22, 9000 Aalborg. Tað er gott busssamband til savnið; 2’arin (mótir Væddeløbsbanen) koyrir næstan heilt til dyrnar á savninum.

Lesið meira um Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum á heimasíðu teirra http://www.forsvarsmuseum.dk

 

Myndamaður er Tróndur Fuglø

Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1