Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Samstarv millum Springeren Maritimt Oplevelsescenter og Álaborg

Samstarv millum Springeren Maritimt Oplevelsescenter og Álaborg

Vit fegnast um, at limir okkara í 2018 fáa 20% í avsláttri av atgongugjaldinum til Springeren Maritimt Oplevelsescenter í Aalborg. Tað einasta, tú skal gera, er at vísa limakortið saman við einum samleikaprógvi (við mynd á).

Til ber at síggja ein kavbát! Bæði innan og uttan.

Sýningarnar á Springeren fevna m.a. um skipasmiðjuna, herflotan, modelhøllina, kavbátin “Springeren” og mangt annað. Springeren Maritimt Oplevelsescenter er bæði spennandi og læruríkt og kann tískil heilt sikkurt viðmælast til børn sum vaksin.

Sera nógv útgerð og vápn frá veraldarbardøgum er at síggja.

Tit kunnu lesa meira um Springeren Maritimt Oplevelsescenter og sýningarnar á heimasíðu teirra, trýst HER Tit finna Springeren á Vestre Fjordvej 81, 9000 Aalborg.

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1