Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Brynhild Dam

Brynhild Dam

Brynhild Dam er fødd og uppvoksin í Havn. Tað vóru serliga vinfólkini og flogbólturin, ið settu dám á barna- og ungdómsár Brynhildar. Eftir lokna miðnámsútbúgvin í Hoydølum í 2011 fór Brynhild til sjós. Arbeiðisroyndir hennara fevna m.a. um Check in hjá Smyril Line, móttøkufólk og ferðaleiðari umborð á Norrønu.

Í august 2015 flutti Brynhild til Aalborg, har ið hon fyrstu tíðina gjørdi sjálvboðið arbeiði fyri Reyða Kross. Brynhild býr í dag saman við sjeikinum, sum er sjómaður, og skjótt tvey ára dóttur teirra. Hon lesur ‘Altjóða Fyritøkusamskifti’ (SIV Engelsk) á Aalborg Universitet og verður liðug við BA í juni 2020.

Brynhild hevur gingið í Álaborg, síðani hon flutti til Aalborg. Men tað vóru serliga barna- og familjutiltøkini í Álaborg, sum drógu hana og familjuna til. Brynhild metir, at tiltøkini í Álaborg geva limum møguleikan til at skapa nýggj vinaløg og sosialan tryggleika í einum nýggjum býi. Sum nýggjur nevndarlimur í 2018 gleðist hon tískil um, at hon fær møguleikan at hjálpa til og menna Álaborg til bæði vaksin sum ung.


Viðmerkingar

Viðmerking

Næsta Grein

Tú lesur nýggjastu grein

UA-110930992-1