Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Borgar Jónsson Stórá

Borgar Jónsson Stórá

Eg eiti Borgar Jónsson Stórá og eg eri uppvaksin í Vestmanna. Eg eri 27 ára gamal og flutti til Aalborg í 2017 saman við damuni Jónu. Í Aalborg lesi eg Erhvervsøkonomi (HA) á Aalborg Universitet og áðrenn tað havi eg arbeitt nøkur ár á fiskavirkinum í Vestmanna.

Eg bleiv spurdur av Árna, um eg ikki hevði hug at stilla upp til nevndina og tað helt eg sjálvur var eitt gott hugskot. Hetta er tí at Álaborg er eitt sera virkið felag, sum er í vøkstri og eg haldi, at tað er sera áhugavert at verða ein partur av tí. Eisini haldi eg, at tað er týdningarmikið at skapa ein góðan karm fyri føroyskar útisetar, so at man kemur hvørjum øðrum við og kann hugna sær saman við øðrum føroyingum. Tað verður spennandi at arbeiða saman við restini av nevndini í framtíðini at menna felagið.

Borgar J. Stórá


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1