Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sunnudagsskúlin byrjar aftur

Sunnudagsskúlin byrjar aftur

Sunnudagsskúlabólkurin hevur boðað frá, at sunnudagsskúlin verður aftur komandi sunnudag.

 

Góðu børn og foreldur

Sunnudagin 19. januar kl. 11.00 er sunnudagsskúlin aftur á skránnið. Vit fara m.a. at hoyra eina fitta søgu við einum góðum boðskapi. Afturat tí fara vit at syngja sangir saman. 

Komandi sunnudag syngja vit: 

  • Djúp og beið
  • Mín Guð er so stórur
  • Skjótt ferð toki avstað
  • Eg eri ein K
  • Hvør skapti stjørnurnar
  • Byggja Guðs ríkið
  • Guð gav mær hendur at klappa við
  • Jesus kom inn


Aftaná søgu og sang sleppa børnini at tekna, og vit bjóða familjunum køku, saft, te og kaffi. Børnini fáa stjørnu í stjørnukortið, og nýggj børn fáa sjálvandi eisini stjørnukort frá sunnudagsskúlanum. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit síggjast. 


Sunnudagsskúlin er fyri limir í Føroyingafelagnum í Aalborg. Øll kunnu tekna seg sum lim á heimasíðuni ella til sunnudagsskúlan. Limaskapur fyri børn kostar einans 5 kr. fyri alt 2020. 


 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1