Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Eldrabólkurin

Eldrabólkurin

Leingi hava limir okkara í tí eldra aldursbólkinum søknast eftir einum eldrabólki í felagnum.

Í fyrstu atløgu vilja vit kanna áhugan fyri einum eldrabólki. Síðani seta vit okkum í samband við limirnar, ið hava teknað seg, og bjóða teimum til ein drekkamunn í Álaborg.

Í Álaborg kunnu limirnir fortelja, hvat teir kundu hugsað sær, at eldrabólkurin fæst við. Vit seta eina eldranevnd, sum í samstarv við nevndini kann skipa fyri tiltøkum.

Fyrr hevur eldrabólkur verið í felagnum, har eldru liminir høvdu hugnakvøld nakrar ferðir um ári. Tá varð borðreitt við føroyskum mati og kaffiborði og eftir matin, tá varð farið uppá gólv. Tiltøkini vóru sera væl umtókt, men fá ár seinni fall áhugin og somuleiðis fyrisitingin av tiltøkunum.

Eitt hugskot er, at eldraráðið skipar fyri líknandi tiltøkum. Eitt nú kunnu limirnir møtast til ein drekkamunn mitt í viku í Álastovu eina ferð um mánaðin, tá ið hølini eru tøk.

Eitt annað hugskot er, at eldraráðið skipar fyri fyrilestrum, sum eru relevantir fyri málbólkin.

 

Tískil er avgerð tikin um at seta eitt tílíkt á stovn. Um hetta hevur tín áhuga, so er at senda okkum ein teldupost á alaborg@alaborg.fo ella ringja til Bryndis, forkvinnuna, á +45 42 47 64 55.


Eitt dømi uppá teldupostin:

Navn:
Aldur:
Bústaður:
Ert tú limur?


 

 

Vinarliga heilsan

Nevndin

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1