Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Limakort

Hvat kanst tú ganga til í Álaborg?

20/02/2020 |

Føroyingafelagið arbeiðir støðugt fyri, at føroyingar í øllum aldri skulu hava góðar og bíligar umstøður til at vera sosialir og aktivir í Aalborg.

Umframt afturvendandi viku-, mánaðar- og árlig tiltøk bjóðar føroyingafelagið eisini ókeypis vikulig frítíðar- og ítróttartilboð í kommununi. … Les meira...

Føroysk pubquiz á Fabrikken

30/01/2020 |

Álaborg og REKOM bjóða limum í føroyingafelagnum oman á Fabrikken til eitt hugnaligt kvøld við spurnarkapping og bíligum SU-vinarligum prísum!   Leygarkvøldið 1. feb kl. 19.00 verður ársins fyrsta pubquiz á Jomfru Ane Gade. Føroyingafelagið, quizmastarin og REKOM bjóða tískil … Les meira...

Barnafimleikur 2020: Tilmelding til Fimleik

18/01/2020 |

Føroyingafelagið bjóðar í 2020 fimleik við Boga og Rebekku til børn í aldrinum 2-7 ár. Lesið meira um fimleikin og venjararnar niðanfyri og meldið børnini til.

Fimleikavenjingin fyri seinna hálvár av 2020 byrjar longu 19. september í fimleikahøllini á Herningevej … Les meira...

Limaskapur 2020

05/12/2019 |

Tað er nú møguligt at tekna sær limaskap í føroyingafelagnum í Aalborg fyri 2020. 

 

Tað er nú møguligt at tekna sær limaskap í Álaborg fyri 2020. Limaskapur fyri vaksin kostar 150 kr., og limaskapur fyri børn kostar 5 kr. … Les meira...

Tilboð frá GymAalborg

02/12/2019 |

Fimleikafelagið GymAalborg bjóðar limum í Álaborg niðanfyristandandi tilboð. 

 

Sunnudagsfimleikur fyri hálvan prís

Sunnudagsfimleikur í GymAalborg er spæl í eini fimleikahøll hvønn sunnudag millum kl. 14.30 og 16.30. Talan er um frítt spæl til børn í høllini, meðan venjarar eru … Les meira...

Føroyskt kór í Aalborg

30/10/2019 |

Álaborg kann nú bjóða limum sínum at syngja í einum føroyskum songkóri í Aalborg.   Julian Rasmussen og Birgit Sivertsen eru sjálvboðnir kórleiðarar og hava kórvenjingar hóskvøld kl. 19.00 í tónleikastovuni á Herningvej skole í Øst.

 

Les meira...

Avsláttur á Heidi’s og Guldhornene

10/09/2019 |

Føroyingafelagið í Aalborg og tær báðar barrirnar Heidi’s Bier Bar og Café Guldhornene hava gjørt eina avtalu um fastan avsláttur. Heidi’s Bier Bar og Café Guldhornene eru helst størstu barrirnar í Jomfru Ane Gade og hava opið fleiri dagar um … Les meira...

Avsláttur á borðspæls-caféini Dice ‘n Drinks

21/06/2019 |

Føroyingafelagið í Aalborg og borðspæls-caféin Dice ‘n Drinks hava gjørt eina avtalu um fastan avsláttur.

 

Dice ‘n Drinks er ein hugnalig café, ið liggur á Sankelmarksgade 15, ið er mitt í býnum. Í barrini eru alskins sløg av drekkivørum … Les meira...

Avsláttur til familjuvinaligu Fun-Park Hirtshals

12/04/2019 |

Í 2018 gjørdi Føroyingafelagið í Aalborg eina avsláttraravtalu við familjuvinaligu parkina Fun-Park í Hirtshals. Hendan avsláttraravtala heldur áfram í 2019. Limir í Álaborg fáa nevniliga 15 kr. í avsláttri til atgongdargjaldið í Fun-Park Hirtshals, tá ið limakortið verður víst fram.

Les meira...

Samstarvsavtala við GoBoat Aalborg í 2019

29/03/2019 |

Tað gleðir okkum at kunna tykkum, at limir í Føroyingafelagnum í Aalborg aftur í ár fáa avsláttur til GoBoat í Aalborg. 

Í 2018 gjørdu Føroyingafelagið í Aalborg og GoBoat Aalborg eina samstarvsavtalu um, at limir í Álaborg fáa 20% í … Les meira...

UA-110930992-1