Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Posts By Brynhild Dam

Ynskir tú at verða dagførd/ur við tíðindaskrivi?

05/10/2018 |

Vit hoyra javnan, at limir okkara ikki síggja tiltøk og annað, sum vit leggja út á heimasíðuna og Facebook. Orsøkin til hetta á Facebook er, at Facebook bólkar eru treytaðir av likes, at fólk viðmerkja/deila og at vit gjalda fyri … Les meira...

Bussferðin til Skjern avlýst

24/09/2018 |

Góðu limir,

Vegna ov lítla undirtøku verður bussferðin úr Aalborg til EM-kvalifikatiónsdystin hjá Føroyum í hondbólti avlýst.

Tey, sum framvegis hava hug at fara til dystin í Skjern, kunnu keypa atgongumerki HER. So sita tit ímillum tey, ið skipa fyri … Les meira...

Álastevna: Dagførd sunnudagsskrá

22/09/2018 |

Fyrst og fremst vilja vit av hjartanum takka øllum teimum, ið møttu upp á Álastevnu í dag. Hóast veðrið ikki var av tí allar besta, so vóru tað fleiri, sum skemtandi søgdu, at veðrið var sum “bestilt úr Føroyum”

Í … Les meira...

Kvæðini sunnudag kl. 11:00

22/09/2018 |

Vit vilja fegin nýta høvi at takka øllum, sum saman við Fótatraðk ríkaðu Álastevnuna við føroyskum dansi og góvu vitjandi eina uppliving fyri lívið.

DAGFØRT: Í morgin sláa vit ring longu kl. 11:00-11:45 í konsertsalinum Hybrid. Vit gleða okkum at … Les meira...

Kvæðini á Álastevnu

21/09/2018 |

Dansifelagið Fótatraðk fer at dansa føroyskan dans á Álastevnu 2018. 

Bæði leygardag og sunnudag sláa vit ring saman við dansifelagnum úr Keypmannahavn, Fótatraðk. Øll eru sjálvsagt meira enn vælkomin at koma uppí ringin, og ynskiligt er harafturat, at øll við … Les meira...

Søguligir fyrilestrar á Álastevnu

21/09/2018 |

Sámal Tróndur F. Johansen, stjórin á Tjóðskjalasavninum í Føroyum, heldur tveir søguliga áhugaverdar fyrilestrar á Álastevnu. 

Leygardagin 22. sept. kl. 11:30-12:15Tá ið Pól hitti prinsin – ein ferðafrásøgn frá 1836: 

Í 1836 ferðaist bóndin Poul Joensen av Eiði (Pól á … Les meira...

Filmsýning á Álastevnu

21/09/2018 |

Føroyski leikstjórin, Andrias Høgenni, fer at sýna føroyskar stuttfilmar á Álastevnu 2018.

Føroyska filmsvinnan er vaksin ómetaliga nógv tey seinastu árini, og hvørt ár verða enn fleiri filmar framleiddir í Føroyum ella av føroyingum. Andrias fer at vísa okkum ein … Les meira...

Swangah á Álastevnu 2018!!!

17/09/2018 |

Endiliga kunnu vit avdúka, at hip-hop bólkurin, Swangah, skal spæla á ársins Álastevnu! 

    

Tað eru teir báðir, Steen Rói Lorenzen og Ragnar Davidsen, ið eru rappararnir handan m.a. hittini Frá bygd til bý og Tórshavn, sum flestir allir føroyingar … Les meira...

Lutaseðlavinningar

17/09/2018 |

Góðu limir,

Á Álastevnu 22-23 september fer føroyingafelagið at selja lutaseðlar. Lutaseðlarnir kosta 20 kr. stk., og vinningurin av søluni fer til rakstranina av stevnuni. Nærri kunning um, nær vit trekkja lut, kemur seinni.

Her eru vinningarnir:

  1. Hoteluppihald fyri … Les meira...

Evi, Jessica & Marner á Álastevnu

10/09/2018 |

Leygardagin vóru vit errin at avdúka á Facebook, at fantastiska country trio’in, Evi Tausen, Marner av Lofti og Jessica Hallursdóttir, spæla á Álastevnu 2018!

Føroysku country sangarinnurnar, Evi Tausen og Jessica Hallursdóttir, sum nýliga eru fluttar til … Les meira...

UA-110930992-1