Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Álastevna: Dagførd sunnudagsskrá

Álastevna: Dagførd sunnudagsskrá

Fyrst og fremst vilja vit av hjartanum takka øllum teimum, ið møttu upp á Álastevnu í dag. Hóast veðrið ikki var av tí allar besta, so vóru tað fleiri, sum skemtandi søgdu, at veðrið var sum “bestilt úr Føroyum”


Í morgin heldur stevnan fram, frá 10:00-18:00. Tað er komin ein broyting í skránna – tað er føroyski dansurin, ið er fluttur inn í Hybrid og seinni á degnum. Skráin er sum nevnd niðanfyri: 

Garðurin

Kl. 10:00-17:00: marknaðarbásar, lutaseðlasøla og ókeypis hoppiborg.
– Í garðinum kanst tú keypa fjølbroyttar vørur frá tíggju dugnaligum fólkum við tilknýti til Føroyar. Alt frá bundum troyggjum, skjalum og heklaðum dukkum til tekningar, teknibøkur og glaslist. 

– Í básinum hjá Álaborg fært tú keypt lutaseðlar og limagjald. Vinningarnir síggjast her: https://alaborg.fo/lutasedlavinningar/

– Vit hava leigað eina hoppiborg til børnini. Tað er sjálvsagt ókeypis at hoppa!
 

Kl. 14:00-15:30: Alternativ uttandura gudstænasta
– Lokali føroyski presturin, Lisbeth Solmunde Michelsen, heldur eina alternativa uttandura gudstænastu. Afturat gudstænastuni spælir Marner av Lofti trý løg. 

Hybrid

Kl. 10:00-11:00 – Sunnudagsskúli til børn
– Ása Johansen skipar fyri kreativum sunnudagsskúla fyri føroysku børnunum. Temaið sunnumorgunin er ‘Jónas og hvalurin’. 

Kl. 11:00-11:45 – Føroyskur dansur
– vit fara upp á gólv við dansifelagnum Fótatraðk. Tey vegleiðandi kvæðini eru: 

  • Í Gøtu ein dag (Ólavur Eysturdal) 
  • Brestis kvæði (Joen Petur Jacobsen) 
  • Stolt Signild (Katrin Hanusardóttir) 
  • Jákupsa Skegg (Joen Petur Jacobsen) 
  • Sigmundskvæði yngra (Julia Hvannastein) 
  • Nú gerast kvøldini myrk og long. (Joen Petur Jacobsen)


Kl. 12:00-12:45 – Eitt stríð um makt og leysingabørn síðst í 1700 talinum, fyrilestur við Sámali Tróndi Johansen.
 Í 1788 átti ein ógift arbeiðsgenta, Dorothea Wenningsted, eitt barn. Løgmaður varð lagdur út sum pápi at barninum. Tí varð løgmaður stevndur fyri ting (rættin) í sokallaðum legumáli. Hetta setti gongd í eitt stríð millum løgmann og onnur embætisfólk á tingi.


Kl. 13:00-14:30 – Føroysk stuttfilmsýning
 Leikstjórin Andrias Høgenni vísir filmarnar:

  • Et knæk, 19 min.
  •  Tunnan, 28 min.
  • Aarslev Enge, 38 min.
       

Kl. 17:00-17:45 – Konsert við Swangah
– Hiphoppararnir Steen Rói og Ragnar handan bólkin Swangah enda Álastevnuna við einum braki! 

Loftet

Kl. 10:00-16:00 – Listaframsýning við Joel Cole
Orsakað av at Norrøna varð seinkað tveir tímar í dag, so verður ferniseringin hjá handverkaranum og listamanninum Joel Cole á loftinum sunnudag. Joel Cole hevur haraftur eisini marknaðarbás í garðinum. 

Husets Café

Kl. 11:00-15:00 – Søla av føroyskum mati og drekka.
– Dugnaligi kokkurin Birgir Dalfoss hevur gjørt eina forkunnuga matskrá til Álastevnuna. Sí matskránna niðanfyri:






Viðmerkingar

Viðmerking

Comments

UA-110930992-1