Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Álaborg søkir eftir sjálvbodnum eftir summarferiuna

Álaborg søkir eftir sjálvbodnum eftir summarferiuna

Eftir summarferiuna verður aftur tørvur á fleiri sjálvbodnum hjálparfólki til føroyingafelagið í Aalborg. Øll tiltøk og alt virksemi í føroyingafelagnum í Aalborg er bygt á sjálvboðið arbeiði, og tískil vil nevndin kalla inn fleiri sjálvboðin hjálparfólk til seinnu helvt av nevndarárinum. Øll hjálp er kærkomin; alt frá at baka køkur, gera mat, standa í barr ella at skipa fyri einum tiltaki. Eftir summarferiuna fara vit m.a. at skipa fyri væleydnaðu tiltøkunum brunsj, skattaveiðu, kom og spæl, pubquiz, ladies night, whiskey tasting, stroyming av landsdystum, jólatiltaki fyri børn og jólaveitsluni. Harafturat fer Álaborg at skipa fyri einum 40 ára tiltaki 22-23 septembur, sum krevur nógva hjálp frá røskum sjálvbodnum. Nærri kunning um júst hetta tiltak kemur seinni.

 

Sum sjálvboðin í Álaborg hevur tú høvi at hjálpa og menna næst stórsta føroyingafelag í kongaríkinum. Tá ið tú teknar teg sum hjálparfólk til tey ymsu tiltøkini, so verður tú somuleiðis ein partur av einum vaksandi felagsskapi her í Aalborg. Tú hittir nógv nýggj fólk og fær royndir í at leggja tiltøk til rættis. Afturat hesum lærir tú um virksemið felagsins og eina nevnd, sum tú hevur møguleika at stilla upp til komandi vár.

Sjálvboðin í Álaborg skulu vera fylt 18 ár, um tey ynskja at hjálpa til til veitslutiltøkini. Afturímóti tí, so hevur nevndin ikki annað krav um aldur hjá sjálvbodnum. Nevndin metir, at tey sjálvbodnu í minsta lagi hjálpa til við tveimum tiltøkum hvørt hálvár, men hetta er tó ikki nakað krav. Vit hava tískil viðtikið, at øll sjálvboðin (yvir 18 ár), sum hava hjálpt til í minsta lagi til tvey tiltøk hvørt hálvár, verða boðin við til nevndarveitsluna. Harumframt skulu øll hjálparfólk á onkran hátt hjálpa til fyrireikingina av 40 ára haldinum og/ella hjálpa til á haldinum.

 

Hevur hetta tín áhuga, so eru tit vælkomin at senda ein teldupost til okkara á alaborg@alaborg.fo við navni og telefonnummari. So seta vit okkum í samband við teg.

Hevur tú spurningar um eitt hvørt í samband við sjálvboðið arbeiði í Álaborg, so ert tú somuleiðis vælkomin at senda okkum ein teldupost.

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum.

Nevndin

Viðmerkingar

Viðmerking

Næsta Grein

Tú lesur nýggjastu grein

UA-110930992-1